|
Frá søguligari ferðini hjá Johannu TG 326 í juni 2005
Nú 60 ár eru liðin síðan Seinni Heimsbardagi endaði er gjørt
av, at Johanna TG 326 ger eina ferð til Norðfjørðin
í Íslandi at keypa 1 tons av fiski, og gongur leiðin so av Norðfjørðinum
til Aberdeen í Skotlandi, har fiskurin verður seldur. Henda søguliga
ferðin verður gjørd til minnis um leiklut føroyinga
í Seinna Heimsbardaga, og til minnis um teir føroyingar, sum
lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.
Les meiri her

Stuðlar:
|
 |

Vágs Kommuna
|
|
|

Suðuroyar Sparikassi
|
|
Tíðindi
Ónsdagin 18. Juni, kl. 11.46
Johanna ger fýra ferðir í
summar
Nú summarið er byrjað er eisini greitt, at Johanna ger fýra
ferðir í summar. Eina til Skotlands, eina til Íslands, eina til
Hetlands og eina til Sjómannadagin í Klaksvík.
Til Skotlands 3. juli 2008
Leigutúrur til Skotlands við politistum. Av Vági 3. juli.
Johanna verður burtur í 10-14 dagar
Til Vestmannaoyggjar 29. juli
Tann 29. juli fer Johanna til Vestmannaoyggjar í Íslandi. Í smb.
við tjóðarhátíð í Vestmannaoyggjunum fyrsta vikuskiftið í August.
Siglt verður av Vági 29. juli kl. 18.00 og ætla at verða aftur á
Vági 7. august. Kostnaður pr. persón: 5.500 kr. (íroknað kostnaðinum
er gisting og matur).
Tjóðarhátíðin er Ólavsøkan hjá Vestmannaoyggjunum – tað eru 5000
fólk í oyggjunum, 5000 vitjandi koma. Verður hildið í einum dali,
Herjólvsdalur. Búgva í telti í dalinum alt vikuskiftið – 1 km. av
kaiini inn í dalin.
Sjómannadagurin í Klaksvík 22. august
Johanna fer aftur í ár á Sjómannadagin í Klaksvík. Farið verður av
Vági 22. August kl. 17.00. Og av Klaksvík 24. August kl. 13.00.
Kostnaður 600,- kr. (íroknað kostnaðinum er gisting og matur)
Til Hetlands 4. september
Tann 4. september fer Johanna til Hetlands (Lerwick). Farið verður
av Vági 4. sept. kl. 14.00 og aftur á Vági 9. sept. Kostnaður 3.600
kr. (íroknað kostnaðinum er gisting og matur)
Tilmelding til allar túrar
Tilmelding til allar túrar tlf. 217310. Spyr eftir Hans ella
Gudmund.
Fleiri
tíðindi her
|